Uttanlands

Trump: Grønland er eitt illa stýrt íspetti

Amerikanski forsetin og Nato-aðalskrivarin hittust í Washington í gjár

Mark Rutte og Donald Trump. Myndin er frá einum fundi teirra millum í fjørheyst (Mynd: EPA)

Mark Rutte og Donald Trump. Myndin er frá einum fundi teirra millum í fjørheyst (Mynd: EPA)

2026-04-09 06:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønland er eitt illa stýrt íspetti.

Soleiðis skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, í eini dagføring á egnum sosialum miðli, Truth Social, har hann eisini finst at Nato-samgonguni.

- Nato var ikki har, tá vit høvdu brúk fyri teimum, og tey fara heldur ikki at vera har, um vit aftur fáa brúk fyri teimum.

- Minst til Grønland, tað illa stýrda íspetti!, skrivar Trump

Forsetin kemur ikki nærri inn á, hví hann nevnir júst Grønland í boðunum.

[object Object]

Trump hevði í gjár ein fund við Nato-aðalskrivaran, Mark Rutte, í Washington, beint eftir at hann hevði gjørt eina fyribils avtalu um vápnahvíld við Iran.

Eftir fundin segði Rutte við CNN, at hann heldur, at nøkur av Nato-londunum, hava gjørt mistøk í sambandi við støðuna í Miðeystri.

Mánakvøldið helt Trump ein hálvanannan tíma langan tíðindafund um Iran, har hann endurtók ynskið sítt um at yvirtaka Grønland.

Les: Trump vil framvegis hava Grønland

Her fanst hann eisini at Nato fyri at vera ein sokallaður pappírs-tikari. Eitt kinesiskt hugtak, ið verður brúkt um onkran, sum tykist ræðandi, men í veruleikanum ikki er vandamikil.

Trump heitti á evropeisku samstarvslondini um at hjálpa eftir at USA og Ísrael hin 28. februar lupu á Iran.

Hann segði eisini, at tað ikki var gott fyri Nato, um evropeisku londini ikki hjálptu við at halda Hormuz sundið opið.

Evropearar sýttu tó fyri at hjálpa, tí talan er ikki um eina Nato-uppgávu, og Trump og stjórn hansara ikki greitt hava sagt, hvat endamálið við stríðnum er. Tey hava heldur ikki spurt Nato eftir áðrenn álopið.

Trump hevur í fleiri ár víst áhuga fyri Grønlandi. Hann nevndi møguleikan fyri amerikanskari yvirtøku fyrstu fer í 2019.

Síðan hevur hann javnan vent aftur til málið, og í januar kom eldur av álvara í ósemjuna millum USA og Danska ríkið hesum viðvíkjandi.

Í fyrstu atløgu hótti Trump við at brúka hernaðarvald. Hesa hóttan tók hann tó aftur á einum búskaparligum toppfundi í Sveits.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder