Innanlands

– Verið ansin, tá fuglar skulu slátrast

Nú fuglakrím hevur tikið seg upp og jólini nærkast, hava Heilsufrøðiliga starvsstovan og Landslæknin eina áminning til fólk

Hjá nógvum er tað dunna ella gás, sum er á jólaborðinum (Savnsmynd)

Hjá nógvum er tað dunna ella gás, sum er á jólaborðinum (Savnsmynd)

2022-11-19 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú jólini nærkast, og tað er tíðin, tá gæs og dunnur verða dripnar, koma Heilsufrøðiliga starvsstovan og Landslæknin við einari áminning.

Í sambandi við, at fuglakrím hevur tikið seg upp um alt landið, nakað, sum, um illa vil til, eisini kann smitta fólk, minna tey á, at tað er umráðandi at hava gott arbeiðslag og reinføri, tá fuglur skal slátrast.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tí lagt nøkur ráð á heimasíðuna, til hvussu ein ber seg at, tá fuglur skal slátrast.

Ráðini eru endurgivin niðanfyri:

Mannagongd fyri at fyribyrgja smittu til fólk og annan fugl
Fulgakrím útskilist gjøgnum flot frá andaleiðini og gjøgnum skarnið. Smitta til fólk er oftast frá hondunum. Tí er umráðandi at hava gott reinføri og at nýta sápu, tí fuglakrím týnist av sápu.

Heimafuglur, ið sær sjúkur út skal ikki nýtast til matna.

Klæðir: Tá man skal drepa, slátra ella hagreiða fugl, eigur ein at vera í klæðum og fótbúnaði, ið eru løtt at vaska aftaná. Handskar og maskur kunnu eisini vera við til at verja ímóti smittu.

Klæðir og fótbúnaður skulu vaskast, tá ið fuglurin er liðugt hagreiddur, og áðrenn fari verður í annað djórahald.

Reinføri: Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar við sápu undir og eftir dráp og hagreiðing av fugli, t.d. eiga hendurnar at vera vaskaðar, áðrenn etið verður, ella ein festir sær í.

Ansast skal eftir, ikki at nerta við eygu, nøs og munn, tá ið fuglurin verður dripin, og meðan hagreiðingin fer fram. Ein góð hjálp er eisini at nýta handskar og masku.

Knívar og íløt skulu vaskast væl eftir nýtslu.

Hagreiðing: Av tí at fjaðrarnar kunnu bera smittu, er best um fuglurin verður skáldaður.

Burturkast: Fjarðar, innvølir o.a. frá slátrinum skulu koyrast í plastposar har bundið verður fyri og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder