Uttanlands

- Veðurlagið er í kreppu

Greta Thunberg er á toppfundi í Davos og heitir enn einaferð á heimsins leiðarar um at gera nakað við trupulleikan

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-21 11:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- So leingi, sum vit ikki fata, at veðurlagsbroytingarnar er ein alheims kreppa, so megna vit ikki at loysa trupulleikan. Eg skal ikki klaga yvir, at tað ikki verður lurtað eftir okkum ungu, tí tað verður tað. Men tað verður ikki gjørt nóg mikið við trupulleikarnar.

Soleiðis segði svenska Greta Thunberg, tá hon fekk orðið á einum pallborðsfundi í Davos í Sveits á fyrsta degnum undir árliga toppfundinum millum heimsins politisku og búskaparligu leiðarar, World Economic Forum.

Greta Thunberg og amerikanski forsetin, Donald Trump, fara óiva at seta sín dám á toppfundin í ár. Trump kemur til Davos seinni í dag.

Í fjør valdi amerikanski forsetin at avlýsa ferðina til sveitsiska alpubýin. Greta Thunberg var eisini í Davos í fjør. Tá hevði hon eina áheitan á heimsins leiðarar um at gera nakað við ”brennandi húsið”.

Og áheitanin varð endurtikin á fundinum í morgun, har Greta Thonberg fekk orðið saman við trimum øðrum ungum veðurlagsaktivistum.

Les eisini: Ungir aktivistar á Davos-fund 

Tað er nú hávtannað ár síðan Thunberg byrjaði síni skúlaverkføll fyri veðurlagið. Síðan heystið 2018 hevur hon havt orðið á eini røð av altjóða toppfundum, seinast á COP25 verðurlagstoppfundinum í Madrid. Í september tosaði hon fyri ST aðalfundinum í New York.

Í ár er Thunberg komin til Davos fyri at biðja tey 3.000 luttakandi á toppfundinum um at støðga við at brúka orku frá kol, olju og gassi.

- Vit skilja væl, at heimurin er samansettur, og tað við biðja um er ikki lætt. Men veðurlagskreppan er eisini ógvuliga samansett, og hetta er neyðstøða, hevur Greta Thunberg saman við øðrum aktivistum skrivað í bretska blaðnum The Guardian

- Í eini kreppu er neyðugt at traðka út úr tí trygga og taka avgerðir, ið kanska ikki eru serliga hugaligar, skriva tey.

Veðurlagið er høvuðsevnið á 50. WEF-fundinum í Davos. World Economic Forum hevur fyrr fingið ábreiðslur fyri, at tað er eitt savningarstað fyri úrvalsliðið – elituna – og at lítið og einki kemur burtur úr fundunum. Eisini hevur verið fýlst á, at Davos ikki ger nakað við veðurlagsavbjóðingarnar.

81 ára gamli stigtakarin til World Economic Forum, Klaus Schwab, hevur nú tikið atfinningarnar frá ungu veðurlagsaktivistunum til eftirtektar og hevur bjóðað eini røð av ungum fólkum at vera við á fundinum, teirra millum er Greta Thunberg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder