Innanlands

- Varsskúlastjórin hevur verið fyri órætti

Lærarafelagið heitir á Undirvísingarstýrið um at taka málið upp av nýggjum, sum førdi til uppsøgnina av varaskúlastjóranum

Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-08-17 18:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Lærarafelag heitir nú á Undirvísingarstýrið um at taka málið av nýggjum, sum førdi til, at varaskúlastjórin á Vestmanna skúla varð søgd úr starvi.

Í opnum brævi vísir formaður Lærarafelagsins, Jacob Eli Olsen, á, at Undirvísingarstýrið í hesum føri hevur gjørt bæði lærarum og varaskúlastjóranum órætt við ikki at hava hoyrt partarnar í ósemjuni áðrenn avgerð varð tikin um at senda varaskúlastjóran heim.

- Tað er ikki góður fyrisitingarsiður, at allir partar í einum máli ikki verða hoyrdir um viðurskifti, sum beinleiðis viðvíkja teimum, skrivar Jacob Eli Olsen millum annað.

Føroya Lærarafelag heitir tí á Undirvísingarstýrið at vísa varaskúlastjóranum og lærarunum virðing og viðgera málið av nýggjum.

Les opna brævið á lesarin.fo  

[object Object]

(Undiryvirskrift og byrjanartekstur rættaður og nágreinaður 18.08)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder