Innanlands

– Vænti at fáa nakað á borðið fyrst í komandi viku

Enn er ikki greitt, hvussu koyringin hjá Bygdaleiðum verður skipað, tá Eysturoyartunnilin letur upp, men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at umrøða málið við Strandferðsluna í komandi viku

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Mynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-02 17:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dagførda ferðaætlann hjá Bygdaleiðum í sambandi við upplatingini av Eysturoyartunlinum er enn ikki klár. Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í svari til munnligan fyrispurning frá Beini Johannesen mikudag fyrrapart.

Í farnu viku varð boðað frá, at upplatingin av Eysturoyartunnlinum eftir ætlan verður framskundað til 19. desember.

Hetta fer at hava við sær stórar broytingar í ferðsluni hjá teimum, sum dagliga ferðast millum Havnina, Eysturoynna og norðurøkið, segði Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Í hesum sambandi vildi hann hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu Bygdaleiðir verða skipaðar í sambandi við upplatingini av tunnlinum.

– Er bussleiðin úr Klaksvík til Tórshavnar, leið 400, dagførd og til reiðar, tá Eysturoyartunnilin eftir ætlan letur upp tann 19. desember? Hvussu fer leið 400 at verða skipað frameftir, og verða tað fleiri túrar á hesari leið? Hvussu verða bussleiðir hjá Bygdaleiðum á Skálafjørðinum, í Sundalagnum og í norðureysturøkinum skipaðar, nú Eysturoyartunnilin letur upp, og verða broytingar og dagføringar klárar tann 19. desember?

Landsstýrismaðurin segði seg fleri ferðir hava eftirlýst eitt uppskot um ferðaætlan hjá Strandfeðsluni, men tá hevði hann fingið at vita, at hon enn ikki var liðug.

– Eg fái at vita at Strandferðslan arbeiðir við málinum, og at teir samstarva við áhugabólkar, t.d. skúlar, kommunur, um hvussu bussambandið verður skipað á mest skynsaman hátt, men sum sagt er hetta ikki komið á mál, segði Jørgen Niclasen.

Nú upplatingin av Eysturoyartunnlinum er framskundað, fara landsstýrismaðurin og Strandferðslan at fundast um málið fyrst í komandi viku, og tá væntar hann, at okkurt er klárt.

– Eg vænti vit fáa nakað á borðið fyrst í komandi viku, og eg ímyndi mær, at tað sum mann byrjar við verður ein royndarloysn, segði hann.

Landsstýrismaðurin vísti á, at har eru nakrar avbjóðingar hesum viðvíkjandi.

Um leið 400, sum koyrir millum Havnina og Klaksvík, fer at koyra eftir Skálafjørðinum, tá tunnilin letur upp, verður ein partur av farleiðini tikin burtur, og má mann sostatt finna útav, hvussu mann skipar busssambandið í Sundalagnum.

Og hóast leiðin gerst stytri, fer tunnilsgjaldið at eta alla sparingina, og tí sær landsstýrismaðurin ikki fyri sær, at leið 400 fer at koyra fleiri túrar. Minsti prísur fyri bussar uttan hald er 575 krónur hvønn vegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder