Uttanlands

– Skulu sleppa at nokta at taka ímóti reiðum peningi

Fyritøkur eiga sjálvar at kunna avgera, um tær vilja taka ímóti reiðum peningi ella ikki, heldur stjórin í Dansk Erhverv

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-26 15:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan koronakreppan byrjaði, hava fleiri handlar í Danmark upplivað, at fólk eru farin at keypa minni við reiðum peningi og meira við gjaldskorti, og danska vinnulívið heldur, at tíðin er búgvin at broyta lógina, so fyritøkur sleppa at nokta at taka ímóti reiðum peningi.

Seinasta tíðin er prógv um, at keypsvanar skjótt kunnu broytast, og er hetta ein gyltur møguleiki at broyta lógina, so fyritøkur sjálvar kunnu avgera, um tær vilja taka ímóti reiðum peningi ella ikki. Í løtuni er tað nevniliga ikki loyvt at nokta hesum.

Brian Mikkelsen, stjóri í Dansk Erhverv sigur við DR, at handfaringin av pengaseðlum kostar mia. hjá vinnulívinum, umframt at reiður peningur økir um vandan fyri rán og svart arbeiði.

– Tað er fullkomiliga avoldað at hava eina lóg, sum sigur, at mann skal taka ímóti reiðum peningi í handlum. Um teir velja at taka ímóti tí, stendur tað teimum frítt fyri, men tað skal vera møguligt at siga nei, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder