Innanlands

– Skipanin hevur virkað væl

Skipanin við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð til ung hevur virkað væl, og hava 500 fólk fingið hjálp higartil, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum fer at biðja um eykajáttan til at hjálpa fleiri fólkum, nú Heilsutrygd herfyri boðaði frá, at játtanin er uppi

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-02 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrradagin boðaði Heilsutrygd frá, at játtanin til royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð er uppi.

Orsøkin til hetta er, sambært Heilsutrygd, at tørvurin upprunaliga ikki varð mettur at vera so stórur, sum hann nú hevur víst seg at vera.

– Vit á Heilsutrygd eru sera hørm um støðuna, tí tað vísir seg, at stórur tørvur er á skipanini, og hon hevur virkað væl, verður m.a. sagt í fráboðanini.

Heilsutrygd sigur seg hava biðið um eykajáttan til virksemið restina av árinum, og landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen sigur eisini, at hann fer at biðja um eykajáttan.

Í dagføring á Facebook sigur landsstýrismaðurin, at skipanin við ókeypis sálarfrøðiligari viðger til ung millum 15 og 35 ár hevur virkað væl, og fleiri fólk enn upprunaliga mett hava fingið hjálp.

Hon hevur verið "ein stór sukse", sum landsstýrismaðurin orðar seg.

Hann sigur, at tey hava havt 4.100 viðtalur, og hava 500 fólk fingið hjálp higartil.

Í samrøðu við Dimmalætting sigur Kaj leo Holm Johannesen eisini, at Heilsutrygd hevur biðið um eina eykajáttan á 2,2 milliónir, og er tað tann upphæddin, hann ætlar sær at biðja løgtingið um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder