placeholder
Innanlands

– Sjálvandi skulu ferðafólkini rinda sjálvi

Tað er ikki rætt at føroyski skattgjaldarin skal rinda fyri, at ferðafólk kunnu fáa ókeypis COVID-19 kanningar, heldur Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-10 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ferðafólk eiga sjálvi at rinda fyri sína COVID-19 kanning. Tað heldur Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

– Fólk á arbeiðsmarknaðinum mugu vísa hógv og ikki krevja lønarhækking er niðurlagið hjá samgonguni. Men nú letur júst sama samgonga føroyska lønmóttakaran rinda fyri at ferðafólk ókeypis skulu kannast, tá tey koma til Føroya.

Higartil eru tíggju milliónir játtaðar til kanningarnar av ferðafólki í juli mánað, og Beinta Løwe heldur tað ikki vera rætt, at føroyski skattgjaldarin skal rinda hendan kostnaðin. 

–Higartil skal føroyski skattgjaldarin rinda 10 milliónir, so ferðafólk kunnu verða kannaði ókeypis fyri COVID-19. Eg má spyrja, hví skulu føroyingar rinda fyri útlendsk ferðafólk, sum koma hendavegin?

Um ferðafólk hava ráð at keypa sær ein ferðaseðil til Føroya, hava tey eisini ráð at rinda fyri eina COVID-19 kanning, heldur løgtingsvkinnan, sum vísir á, at tær tíggju milliónirnar kundi verið brúktar til onnur endamál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder