Innanlands

- Sambandið millum Norðurlandaráðið og kommunurnar kundi verið betri

Tað heldur finski forsetin í ráðnum, sum saman við Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum, vitjaði Elsu Berg týsdagin

Norðurlandaráðið vil hyggja uppá norðurlendsku samstørvini, sum Tórshavnar kommuna hevur, og hvussu man kann hjálpa og stuðla kommununi í at styrkja og skapa nýggj slík (Mynd: torshavn.fo)

Norðurlandaráðið vil hyggja uppá norðurlendsku samstørvini, sum Tórshavnar kommuna hevur, og hvussu man kann hjálpa og stuðla kommununi í at styrkja og skapa nýggj slík (Mynd: torshavn.fo)

2026-01-28 07:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit vilja fegin menna og styrkja samstarv hjá Tórshavnar kommunu við øll Norðurlond, og her kann Norðurlandaráðið eisini spæla ein leiklut, ikki minst nú Føroyar hava fingið fastan sess í formansskapinum hjá ráðnum. Eg ivist heldur ikki í, at kommunurnar kunnu hjálpa Norðurlandaráðnum at røkka teimum málum, sum ráðið setir sær.

Soleiðis sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í sambandi við vitjanina hjá umboðum fyri Norðurlandaráðið.

Ein av teimum var "á vitjan" í heimbýnum í gjár, týsdagin: Stjórin í Norðulandaráðnum Kristina Háfoss.

Saman við Elsu Berg og Ville Väyrynen, forsetanum  í Norðurlandaráðnum, umrøddi Kristina Háfoss tey norðurlendsku samstørv, sum Tórshavnar kommuna hevur. Og eisini hvussu Norðurlandaráðið kann hjálpa og stuðla kommununi í at styrkja og skapa nýggj norðurlendsk samstørv.

[object Object]
Elsa Berg og Kristina Háfoss

Fastur sessur í formansskapin kann fáa stóra ávirkan

Tann 1. januar í ár kom broyting í viðtøkunum hjá Norðurlandaráðnum í gildi, soleiðis at Føroyar, Grønland og Áland nú hava fastan sess í formansskapinum hjá ráðnum.

Sum Tórshavnar kommuna skrivar, merkir tað , at føroysku tingfólkini í Norðurlandaráðnum nú hava javnbjóðis rættindi í parlamentariska norðurlendska samstarvinum.

- Tað er ein góð avgerð at hava øll londini umboðað. Hetta fer at gera arbeiðið hjá Norðurlandaráðnum lættari og styrkir eisini ráðið. Vit eru øll samd um, at tað eru átta lond og ikki fimm lond í ráðnum,” sigur Ville Väyrynen, forseti í Norðurlandaráðnum.

Eiga at samstarva meira við kommunurnar

Um ársskiftið kom fram, Tórshavnar kommuna hevði sagt nei takk til tilboð frá Københavns kommue um at koma í samstarv við donsku høvuðsstaðarkommuna og hana í Nuuk.

Ynski er at hava betri og breiðari samstarv - ikki bert við tey í Danmark - vísti Elsa Berg millum annað á tá.

Og her er kanska ein møguleiki. Ville Väyrynen vísir á møguleikar fyri sterkari sambondum. 

Norðurlandaráðið er í høvuðsheitum ein felagsskapur á landspolitiskum stigi. Ville Väyrynen heldur tó ikki, at tað skal vera nøkur forðing fyri, at ráðið ikki eisini kann hava gott samband og samstarv á kommunalum stigi.

- Eg haldi, at sambandið millum Norðurlandaráðið og kommunurnar kundi verið betri, og hetta umrøddu vit eisini á fundinum við borgarstjóran. Vit eiga at hava meira og betri samstarv við kommunurnar eisini,” sigur Ville Väyrynen, forseti í Norðurlandaráðnum.

Finnland hevur nú forsetaskapin, sum skiftir árliga millum Norðurlondini, og hetta er fjórða árið á rað, at forsetin í Norðurlandaráðnum vitjar og hevur fundir í Føroyum, staðfestir torshavn.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder