Innanlands

- Ongin kann liva við óskipaðari tilflyting

Tí skal føroysk integratiónslággáva gerast nú

2020-01-20 16:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum samfelag sleppa Føroyar ikki undan at fyrihalda seg til, at tilflytarar eru vorðin ein sjálvsagdur partur av føroyska samfelagnum. Eingin kann liva við óskipaðari tilflyting, og tí er arbeiðið byrjað at gera eina integratiónslóggávu í Føroyum.

Tað segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, á samkomu í Norðurlandahúsinum í dag, tá ið Útlendingarstovan tók nýggjan integratiónsportal í nýtslu.

- Tey flestu av okkum hava nú beinleiðis ella óbeinleiðis samband við útlendingar, sum hava valt at liva og virka í Føroyum, segði hann.

- Tað kann vera við mammuna at barninum á dagstovninum. Starvsfelagan, sum er komin hendavegin at arbeiða, ella við familjuna, sum hevur keypt hús í grannalagnum, segði landsstýrismaðurin í røðuni.

Talið av útlendingum veksur støðugt
Tann 1. januar 2019 vóru 51.303 fólk í Føroyum. Av teimum vóru 1.475 fólk við øðrum ríkisborgaraskapi enn norðurlendskum.

Tann 1. desember 2019 vóru 52.067 fólk í Føroyum. Av teimum vóru 1.697 fólk við øðrum ríkisborgaraskapi enn norðurlendskum, 222 fleiri enn um ársskiftið.

Heimasíðan integration.fo er ein pallur, har vitan, upplýsingar og royndir um integratión í Føroyum verða latin til almenna nýtslu, so onnur kunnu fáa gagn av tí.

Tað er neyðugt og tiltrongt, heldur Helgi Abrahamsen, sum vónar, at hetta verður eitt høvi hjá útlendingum at gera vart við seg.

- Vit vita, at útlendingar, sum flyta til Føroya, eru afturhaldnir í almenna orðaskiftinum. Tey flestu velja at tiga, tí tey vilja ikki vera ófólkalig og standa við fremstafingri og seta krøv. Tey laga seg heldur eftir umstøðunum.

- Hesum skulu vit ansa eftir. Tey, ið koma uttanífrá, kunnu seta neyðugar spurningar við okkara sjálvsfatan og gera vart við viðurskifti, sum vit vanliga ikki gáa um. Vit noyðast at lurta og vísa virðing fyri at fáa lýst allar tættir og allar avbjóðingar við integratión í Føroyum, segði hann.

Arbeiða við integratiónspolitikki

Landsstýrið arbeiðir nú við at gera eina integratiónslóg.

Ætlanin er at seta sum krav, at tilflytarar, sum vilja hava varandi uppihaldsloyvi, skulu duga føroyskt. Í løtuni verður arbeitt við at styrkja frálæruna í føroyskum sum annaðmál.

- Sum samfelag er tað okkara skylda at bjóða tilflytarum neyðugu amboðini, so tey kunnu vera við til at menna samfelagið, tey eru partur av, segði landsstýrismaðurin.

Lesið røðuna hjá landsstýrismanninum her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder