Uttanlands

– Ongantíð verið so vánaligt sum nú

Tað sigur Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini um sambandið millum Russland og USA

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

2023-01-21 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambandið millum Russland og USA hevur ongantíð verið so vánaligt sum nú, og tað er lítil vón um, at tað fer at batna í nærmastu framtíð.

Tað segði Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini í gjár, tá júst tvey ár vóru liðin, síðan at Joe Biden tók við sum amerikanskur forseti.

Seinastu tvey árini hava verið sera vánalig fyri sambandið millum londini, sigur Peskov við Reuters.

Sambandið millum londini, sum frammanundan ikki var av tí allarbesta, er eisini nógv versnað seinasta árið, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina og USA og onnur í Vesturheiminum settu í gildi revsitiltøk móti Russlandi.

USA hevur eisini givið Ukraina fíggjarligan og hernaðarligan stuðul, og hava tey í Russlandi lagt USA undir at leggja seg beinleiðis uppí stríðið millum Russland og Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder