Innanlands

- Ólavsøkan verður og má fyrireikast

Tað er ógreitt, hvussu koronutilmælini vera síðst í juli, men kommunan og ítróttarráðið hava funnið ein leist. Millum annað er greitt, at tivoli ikki verður á Skálatrøð, og at Tórsfest verður av ongum. Onnur tiltøk koma ístaðin

- Vit eygleiða gongdina og skipa ólavsøkuna í samráð við Koronuráðgevingina. Er smittuvandin lítil, fáa vit væntandi eina rættiliga vanliga ólavsøku. Er smittustøðan hinvegin ring, kann tað gerast neyðugt at tillaga og møguliga avlýsa partar av ólavsøkuni (Mynd: Klara Johannesen)

- Vit eygleiða gongdina og skipa ólavsøkuna í samráð við Koronuráðgevingina. Er smittuvandin lítil, fáa vit væntandi eina rættiliga vanliga ólavsøku. Er smittustøðan hinvegin ring, kann tað gerast neyðugt at tillaga og møguliga avlýsa partar av ólavsøkuni (Mynd: Klara Johannesen)

2021-06-10 11:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er framvegis ógreitt, hvussu koronulimælini fara at ljóða um ólavsøkumundið. Tó er vist, at ólavsøkan verður, og at hon má fyrireikast.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag. Kommunan hevur saman við Tóshavnara Ítróttarráðið gjørt avtalu um ein leist fyri ólavsøkuna 2021. Tað eru framvegis fleiri viðurskifti, ið eru ógreið, men á torshavn.fo verður í dag millum annað avdúkað, at einki stórt Tivoli verður á Skálatrøð í ár, og leisturin verður á leið sum hann var í fjør.

- Ístaðin fáa Tórshavnar Ítróttarráð, skótalið og aðrir felagsskapir pláss kring miðbýin til básar, tjøld og undirhald. Somuleiðis er ætlanin, at verandi matstovur og skeinkistøð skulu sleppa at víðka um teirra virksemi út á torg og vegir, har tað er ráðiligt. Soleiðis varð eisini gjørt í fjør. Tískil verður ikki pláss hjá øðrum at seta upp tjøld og básar til sølu og spæl á kommunalum øki á ólavsøkuni í ár.

Tórsfest, konsertin, sum Tórshavnar Ítróttarráð hevur skipað fyri á Vaglinum leygardagin áðrenn ólavsøku, er avlýst. Tórspallur, ið plagar at standa framman fyri Ráðhúsið ólavsøkuaftan- og ólavsøkudag, verður ikki settur upp í ár. Ístaðin er ætlanin at skipa fyri smærri framførslum og undirhaldi fyri børnum runt um í miðbýnum.

- Vit eygleiða gongdina og skipa ólavsøkuna í samráð við Koronuráðgevingina. Er smittuvandin lítil, fáa vit væntandi eina rættiliga vanliga ólavsøku. Er smittustøðan hinvegin ring, kann tað gerast neyðugt at tillaga og møguliga avlýsa partar av ólavsøkuni, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder