Innanlands

– Nú er bara at taka sóttarhaldið burtur – ongantíð ov skjótt

Øll londini í ríkisfelagsskapinum hava tamarhald á smittuni, og eiga fólk at kunna ferðast frítt landanna millum, heldur forkvinnan í Ferðavinnufelagnum, sum saknar greið boð um, nær latið verður uppaftur

Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum

Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum

2020-05-23 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Evropa arbeiðir við at lata mørkini upp hálvan juni, og her eigur Føroyar ikki at standa uttanfyri, men heldur at arbeiða við somu loysnum, heldur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum.

Eitt nú heldur hon, at fólk í Føroyum, Danmark og Grønlandi eiga at sleppa at ferðast frítt millum øll londini í ríkisfelagsskapinum.

– Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum hava tamarhald á smittuni, so nú er bara eftir at taka sóttarhaldið burtur, ongantíð ov skjótt. Tað sama er galdandi fyri Ísland. Íslendingar hava víst okkum álit, og tað minsta er, at vit vísa teimum sama álit, lata upp fyri teimum og lova teimum at ferðast frítt í okkara landi.

Ferðavinnan hevur higartil mist áleið 70 prosent av søluni í 2020, og eigur hon at fáa endurgjald. Eisini eigur hon at fáa greið boð um, nær latið verður upp aftur, um so verður, heldur Henny á Líknargøtu.

– Vit í ferðavinnuni steðgaðu frá degi til dags við øllum virksemi, og vit hava samstarvað við myndugleikarnar á øllum økjum, samstundis sum vit hava hildið sáttmálan, ið er bygdur á álit. Nú er tíðin komin til, at landsins myndugleikar koma við einari upplatingarætlan og einari kompensatión, ið munar. Álit gongur báðar vegir.

Avleiðingarnar av koronakreppuni hava verið ómetaliga stórar fyri ferðavinnuna, og er endurgjaldið ikki munagott, fær tað katastrofalar avleiðingar fyri vinnuna, sigur forkvinnan í Ferðavinnufelagnum í skrivi, sum kann lesast her.

placeholder
placeholder