Innanlands

– Manglandi arbeiðsmegin er eisini ein skúlatrupulleiki

Tað er ein stór avbjóðing at finna starvsfólk við neyðugu førleikunum, bæði tí tað er trupult at finna útlendska arbeiðsmegi, men eisini tí, at núverandi skúlaskipanin leggur upp til bókligu útbúgvingarnar, sigur stjórin í Demich

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-31 18:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skulu vit klára at nøkta eftirspurningin og fylgja við grøna orkuskiftinum, mugu vit fáa atgongd til væl fleiri starvsfólk, serliga útbúnar handverkarar. Harafturat má útbúgvingarskipanin tillagast tær uppgávur, sum grøn orka hevur við sær.

Tað heldur Rói Kalsø, stjóri í Demich.

Fyritøkan veitur tænastur innan rør, hita og ventilatión, sum eru grundleggjandi í hvørjari byggiverkætlan. Harafturat fyllir grøna orkuskiftið alsamt meira, har søla, uppseting og viðlíkahald av hitapumpum gerst eitt størri virkisøki.

– Vit merkja, at tað er ein stór avbjóðing at finna starvsfólk við neyðugu førleikunum. Vit tillaga sjálvsagt virksemið til tann kapasitet, sum vit hava, men tað er einki at ivast í, at vit kundu átikið okkum munandi meira, um vit høvdu starvsfólk til tess, sigur hann sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Stjórin í Demich, ið hevur um 70 starvsfólk, greiðir frá, at tey kundu bjóða munandi fleiri fólk starv. Hann sigur, at tey hava takkað nei til fleiri stórar verkætlanir, tí at tað ikki ber til at finna fólk.

Rói Kalsø greiðir frá, at tað gerst truplari at finna útlendska arbeiðsmegi, men skúlaskipanin er eisini ein trupulleiki, tí hon leggur upp til bókligu útbúgvingarnar, og tað kann gera tað trupult at fáa lærlingar.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder