Innanlands

- Maðurin gjørdi sína plikt

Løgreglan leitar tó enn eftir manni, sum rendi á kvinnu í Saltangará

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-07-04 11:48 Author image
Ari av Rana

Í gjár varð ein kvinna árend í Saltangará. Kvinnan varð árend uttanfyri Betri Banka, og kom so illa fyri, at henni hevði tørv á at fara á skaðastovu.

Frammi hevur verið í miðlunum í morgun, at maðurin fór út úr bilinum og prátaði við kvinnun fyri at vita, um alt var í lagi, og at hann so koyrdi víðari.

- Har er ein misskiljing. Bilførarin, sum rendi á, hjálpti kvinnuni til lækna. Kvinnan var seinni ikki før fyri at siga hvør bilførarin er, og tí noyðast vit at eftirlýsa mannin, tí at hann er eitt vitni. Men talan er ikki um at hann er rýmdur ella nakað tílíkt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Løgreglan vil fegin hava fatur á manninum fyri at fáa greiðu á hvat er hent. Tey, sum vóru í Betri Banka hoyrdu hendingina, men vita ikki akkurát hvat er hent.

- Eg vil tó gera heilt klárt, at maðurin vit sóknast eftir steðgaði og hjálpti kvinnuni til lækna. Hann gjørdi tí sína plikt, sigur vaktleiðarin.

 

Rættað: 12:09

placeholder
placeholder