Innanlands

- Lekin ávirkar ikki vitjanina

Talan er um ein lítlan leka í samband við eina trýstkanning

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2018-08-23 13:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Hatta er eingin trupulleiki, og fær onga ávirkan á vitjanina hjá krúnprinsinum.

Soleiðis sigur Jan Berg Jørgensen, samskiftisfólk hjá Glasir um tíðindini um at ein leki var á skúlanum stutt áðrenn krúnprinsurin kom á vitjan.

- Vit gjørdu eina trýstkanning á sprinklaraskipanina, og eitt rør brast á 2. hædd. Lekin er longu steðgaður, so hatta fær onga sum helst ávirkan á vitjanina, sigur Jan Berg Jørgensen.

Krúnprinsurin skuldi eftir ætlanini á vitjan í Glasi klokkan 13.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder