Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur seg ikki leggja í, um iran kemur aftur til samráðingarborðið.
– Eg leggi ikki í, um tey (Iran) koma aftur ella ikki. Gera tey ikki tað, er tað fínt við mær, sigur hann sambært Ritzau, eftir at samráðingarnar millum USA og Iran slitaðu um vikuskiftið.
Týsdagin í farnu viku samdust partarnir um eina tvær vikur langa vápnahvíld, og um vikuskiftið byrjaðu samráðingar í Pakistan. Sunnudagin fóru báðir partar tó úr aftur Pakistan uttan eina avtalu.
Ónevndar keldur siga við amerikanska blaðið Wall Street Journal, at USA umhugsar at taka uppaftur álopini á Iran.
Abbas Araghchi, uttanríkismálaráðharri í Iran sigur, at partarnir vóru nær við at finna eina semju.
Les eisini: Eingin avtala millum USA og Iran
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald