Hetta vikuskiftið hava samráðingar verið millum USA og Iran í pakistanska hvøuðsstaðnum, Islamabad, men samráðingarnar endaðu í dag uttan úrslit.
– Tað keðiliga er, at vit hava ikki gjørt eina semju, og eg haldi tað er verri fyri Iran enn fyri USA, sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sum hevur luttikið í samráðingunum vegna USA, sambært Reuters.
Formaðurin í iranska tjóðartinginum, Mohammad Baqer Qalibaf, sum var við í iransku sendinevndini gevur USA skyldina fyri, at samráðingarnar endaðu úrslitaleysar.
– Í síðsta enda var hin síðan í hesum umfarinum ikki før fyri at vinna álitið hjá iransku sendinevndini, skrivar hann á X.
Umboðini fyri USA og Iran eru farin úr Islamabad.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald