Uttanlands

– Kanningin avdúkar ikki sannleikan

John Goldsmith, ið stendur á odda fyri Anne Frank grunninum, heldur ikki, at prógv eru fyri, at Arnold van der Bergh avdúkaði gomystaðið hjá Anne Frank fyri nasistunum

Framsýning um Anne Frank í Kroatia (Mynd: Reuters)

Framsýning um Anne Frank í Kroatia (Mynd: Reuters)

2022-01-23 16:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni segði eitt lið av altjóða granskarum, at teir nú høvdu avdúkað, hvør segði nasistunum í Amsterdagm, hvar Anne Frank og fleiri aðrir jødar fjaldu seg undir seinna heimsbardaga.

Sagt varð, at tað var løgfrøðingurin, Arnold van der Bergh, sum avdúkaði, hvar Frank familjan og hini fjaldu seg.

Men John Goldsmith, sum stendur á odda fyri Anne Frank grunninum, sum pápi hennara, Otto Frank í sínari tíð setti á stovn, finst at kanningararbeiðnum. Hann sigur, at har er nógvir feilir í niðurstøðuni, og at har eingi prógv eru.

Kanningin avdúkar ikki sannleikar men er bert villeiðandi, sigur hann sambært tíðindastovuni Reuters.

Anne Frank og sjey aðrir jødar vórðu funnir av nasistunum 4. august 1944, eftir at hava goymt seg í nærum tvey ár. Anne Frank andaðist í nasistisku týningarleguni Bergen Belsen árið eftir, 15 ára gomul.

Les eisini: Maðurin. ið avdúkaði Anne Frank, eyðmerktur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder