Innanlands

- Jenis vil ikki taka medisinið, sum hann vil hava onnur at taka

Burtur úr vón og viti, at ein landsstýrismaður gongur ímóti sínum egna landsstýri, heldur Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sjúrður Skaale (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-19 18:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At Jenis av Rana í dag hevur sagt, at hann ikki ætlar at lata seg koppseta fyrr enn vit kenna langtíðarárinini, hevur elvt til kjak og øsing á netinum.

Les eisini: Landsstýrismaður vil ikki koppsetast - ikki enn

Ein sum varð skjótur á tastunum seinnapartin eftir, at VP skrivaði um málið beint fyri middag, er Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokin.

- Mong fingu ein lítlan skelk tá tey farna vikuskifti lósu, at Hanna Jensen, rektari og fyrrverandi landsstýriskvinna, eftir øllum at døma liggur heilt har úti, sum konspiratiónsteoriirnar sveima. Tað vóru koppsetingar, hon ræddist. Koppsetingar sum bjarga mannalívum

- Meira álvarsamt er, at ein landsstýrismaður, sum er útbúgvin lækni, eisini sutlar sær stirðil úr slíkum teorium. Men tað sæst á VP í dag: Jenis vil ikki lata seg koppseta! Váðin er ov stórur, sigur hann.

Men Jenis vil ikki taka tað medisinið, sum hann ordinerar øðrum. Onnur skulu taka váðan. Ikki hann. Tað líkist rætt og slætt ongum, skrivar Sjúrður Skaale í lesarabrævinum.

- Hetta er álvarsamt. Tí sjálvandi kann Jenis ikki siga og gera eitt sum landsstýrismaður og tað øvuta sum privatpersónur. Hann er landsstýrismaður allan dagin, heldur Sjúrður Skaale.

- Og at hann sum útbúgvin lækni gongur ímóti tí, sum hansara egna landsstýrið ger á heilsuøkinum, er fullkomiliga burtur úr vón og viti. Tí hann tosar við tí myndugleika, sum fakið gevur honum. Og hann máar støðið undan høvuðsmálinum hjá sínum egna landsstýrið: At basa korona.

Alt lesarabrævið kann lesast á lesarin.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder