- Tað er sera sannlíkt, at kom ein ráðharri við tílíkari fráboðan í einum av okkara grannalondum, so hevði hann verið koyrdur frá í stundini.
Soleiðis sigur Aksel V. Johannesen, fyrrverandi løgmaður, um útsøgnirnar hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni um koppseting.
Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at landsstýrismaðurin við síni útmelding saboterar átøkini og tilmælini hjá bæði serfrøðini og landsstýrinum sjálvum
Aksel hevur nú sett løgmanni ein fyrispurning viðvíkjandi tí, sum Jenis av Rana hevur borið alment fram.
- Høvdu allir føroyingar gjørt sum landsstýrismaðurin, høvdu kostirnir verið tvinnir. At hildið fram við avbyrging av okkara veikastu og ógvusligum stongsli av samfelaganum í nógv ár, ella latið koronusmittuna ferðast frítt í samfelagnum við teimum ógvusligu fylgjum, sum tað nú einaferð hevði havt.
Avgerðin hjá Jenisi av Rana – og at hann boðar frá henni alment – ger sjálvandi, at onnur fara at aftra seg við koppseting. Hví skulu onnur taka ábyrgd, tá ein landsstýrismaður ikki ger tað, spyr Aksel V. Johannesen. Les meira her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald