Innanlands

– Ikki í lagi at fólk ikki virða tilmælini

At fara í býin beint eftir, at ein er komin til Føroya er ikki í lagi, heldur Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini

Michael Boolsen, fúti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Michael Boolsen, fúti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-02-28 15:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

At ferðafólk fara beint í býin eftir komu til Føroya í staðin fyri at virða tilmælini frá myndugleikunum er ikki í lagi, heldur Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini.

– Tilmælini siga jú, at mann skal halda seg heima í seks dagar, men mann kann sjálvandi fara til arbeiðis undir herdum umstøðum, men tey siga einki um, at mann kann fara í býin, sigur Michael Boolsen við Útvarpið seinnapartin.

Í morgun koyrdi løgreglan ein mann heim úr býnum í Havn, eftir at hann var funnin avdottin uttanfyri. Tað vísti seg, at hann og nøkur vinfólk vóru komin til Føroya úr Danmark fríggjadagin við tí ætlan at hava eitt ballingarvikuskifti í Føroyum.

Les eisini: Ferðafólk hildu ikki tilmælini um heimauppihald

Fútin vísir á, at hóast fyrsta kanningin við komu er negativ, er talan ikki um annað enn eina løtumynd, tí smittan kann vísa seg nakrar dagar seinni, og er tað júst orsøkin til, at mælt verður til at lata seg kanna aftur á sætta degi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder