Uttanlands

– Ikki búgvandi í Gaza

Tað sigur Martin Griffiths, stjórin fyri neyðhjálp hjá ST

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-06 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan álopið hjá Hamas á Ísrael í oktober, er Gazageirin vorðið so illa bumbað av Ísrael, at tað ikki longur er búgvandi í økinum.

Tað sigur Martin Griffiths, stjórin fyri neyðhjálp hjá ST.

– Tað er ikki búgvandi í Gaza. Fólkini har eru dagliga vitni til hóttanir móti teirra tilveru, meðan heimurin hyggur at, sigur hann sambært DR.

Martin Griffiths sigur, at partarnir eiga at gera sítt fyri at fylgja altjóða lóg, verja sivilfólk, og leyslata allar gíslar.

Harumframt sigur hann, at altjóða samfelagið eigur at brúka alla sína ávirkan fyri at gera hetta til veruleika, ikki bert fyri fólkini í Gaza og grannar teirra men eisini fyri komandi ættlarlið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder