Innanlands

- Hold kæft hvor I snakker

Sjúrður Skaale undirhelt krúnprinsaparinum til veitsludøgurðan

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-23 22:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein av Føroya fremstu skemtarum og samstundis fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, fekk heiðurin at hava undirhald fyri krúnprinsparinum, og gestunum, sum vóru møttir.

Sjúrður tosaði um problematikkin hjá mangum føroyingi, sum leitar sær niður at lesa, og møtir dønum veruliga fyri fyrstu ferð. Og teir snakka...

- Hold kæft hvor i snakker, segði Sjúrður Skaale fleiri ferðir skemtiliga.

Sjúrður kom í smávegis trupulleikar av hesum, tá hann í 1990 fór til Danmarkar at lesa spanskt, og skuldi presentera seg fyri donsku floksfeløgunum. Tað gekk absolutt ikki sum ætlað, og serliga kom hann í trupulleikar av navninum. Ógvuliga stuttligt, og allur salurin var í skellilátri.

Krúnprinsparið mátti halda Sjúrð vera stuttligan, tí tey flentu óført.

Um lív ikki var komið í salin eftir hetta, kom tað tá Danny & the Veetos vóru á pallinum og sungu tveir av teirra kendastu sangum.

(Mynd: Sverri Egholm)

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder