Mentan

– Hetta verður tað seinasta frá ABBA

"Voyage", sum kemur út í komandi viku, verður seinasta útgávan frá ABBA, siga Björn Ulveaus og Benny Andersson

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-29 20:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrst í september gav ABBA út tvey nýggj løg – "I Still Have Faith in You" og "Don't Shut Me Down". Hetta vórðu fyrstu løgini, sum bólkurin gav út í 39 ár, og eru tey partur av einari heildarútgávu, ið verður tøk komandi fríggjadag, 5. november.

Eisini fer ein nýggj talgild konsertuppliving av bakkastokki í London komandi vár, har til ber at uppliva eina ABBA-konsert, hóast tey fýra úr bólkinum ikki sjálvi vera fysiskt til staðar á pallinum.

Komandi heildarútgávan ber heitið "Voyage", og Björn Ulveaus og Benny Andersson gera púra greitt, at hon verður tann seinasta ABBA-útgávan.

"Hetta var tað," sigur 74-ára gamli Benny Andersson í samrøðu við bretska The Guardian.

Björn Ulveaus og Benny Andersson siga, at tað vóru teir, sum fingu hugskotið um at finna saman aftur til eina síðsta útgávu, og tær báðar kvinnurnar í bólkinum, Agnetha Fältskog og Anni-Frid Lyngstad, vóru ikki ringar at yvirtala. Men tær høvdu tó eitt krav: Tær vildu ikki tosa við miðlar, og tí eru tað bert teir báðir, Björn Ulveaus og Benny Andersson, sum luttaka í promoveringini av nýggju útgávuni.

Á útgávuni "Voyage" eru tíggju løg, harav tey bæði, sum vórðu givin út í september, og Benny Andersson avdúkar, at tey hava skrivað tvey løg afturat, sum ikki komu við. Tey eru ikki liðug, og tað verða tey heldur ongantíð, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder