Innanlands

– Her eru fólk, sum veruliga hava lagt lív og sál í

Í hesum døgum skipar Alzheimerfelagið fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at felagið fyllir 20 ár – Landsstýriskvinnan í almannamálum helt røðu, tá ráðstevnan varð sett í morgun

(Mynd: amr.fo)

(Mynd: amr.fo)

2021-09-20 11:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum skipar Alzheimerfelagið fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at felagið fyllir 20 ár.

Heitið á ráðstevnuni er "Alzheimerfelagið 20 ár: Hvar eru vit? Og hvagar fara vit?"

Ráðstevnan, sum er í dag og í morgin, varð sett í morgun. Til setanina helt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, røðu.

– Við at skeita í skránna sæst beinanvegin, at her er veruliga eitt felag, við kompetansu, visiónum og eini greiðari framtíðarætlan. Og hóast søga felagsins ikki er longri enn 20 ár, so endurspeglar innihaldið sanniliga, at her eru fólk, sum veruliga hava lagt lív og sál í, at flyta økið fram á leið, segði landsstýriskvinnan m.a.

– Sjúkan demens kann raka okkum øll og spyr ikki eftir, hvørji vit eru. Vitanin um bæði sjúkuna og kringumstøður hevur manglað her á landi. Men tíbetur hevur tað seinastu árini verið granskað og ment munandi innan økið. Hetta er við til at varpa ljós á økið og ger okkum øll sum borgarar, betri ílatin til at skilja sjúkuna og avleiðingarnar av henni.

Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder