Innanlands

- Henda skipanin er óúthaldilig

Virkandi borgarstjórin heitir á Landsverk um at sløkkja ljósreguleringina gjøgnum tunnlarnar norð um Fjall. Men Landsverk letur ikki við seg koma

Atli Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Atli Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-19 13:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Henda skipanin er ikki at halda út. Fólk, ið búgva norðan fyri fjall, skulu brúka nógvar ferðir meira tíð nú at koma aftur og fram til Klaksvíkar. Hetta ber ikki til.

Soleiðis sigur Atli Justinussen, varaborgarstjóri og í løtuni virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Í morgun setti hann seg í samband við stjóran í Landsverki um at sløkkja ferðsluljósini aftur, sum eru sett upp við tunnilsmunnarnar norð um Fjall.

Men royndin miseydnaðist.

- Eg varð ikki hoyrdur. Mín áheitan varð blankt víst aftur frá stjóranum, sigur Atli Justinussen vónbrotin.

Bíða upp í 15 minuttir hvørja ferð
Trupulleikin er í fyrstu atløgu, at tað er so leingi at bíða. Bíðitíðin eftir at fáa grønt ljós við tunnilsmunnan er upp í 15 minuttir.

- Fyri okkum, sum koyra gjøgnum tunnlarnar 6 til 8 ferðir um dagin merkir tað, at vit koma at bíða í tímar við tunnilsmunnarnar. Sama við foreldrum, sum skulu koyra børn síni til frítíðartilboð í Klaksvík – tey missa hugin til at koyra ígjøgnum, tá bíðitíðin gerst so long, sigur virkandi borgarstjórin.

Sjálvur heldur Atli Justinussen, at skipanin, sum var áðrenn virkaði nógv betur. Tann skipanin var bert galdandi fyri stóru bilarnar, so at fleiri stórir bilar ikki fóru ígjøgnum í senn.

Nú verða bilarnir sendir ígjøgnum við fimtan minutta millumrúmi, og tað elvir til nýggjar trupulleikar og avbjóðingar.

[object Object]
(Mynd: Landsverk)

Trupulleiki fyri ferðslutrygdina eisini
Atli Justinussen heldur eitt nú, at hetta er ein stórur trupulleiki fyri ferðslutrygdina.

- Eg havi sjálvur upplivað ein bil, ið koyrdi framman fyri meg, seta ferðina upp tí hann far fremst í bíðirøðini, og drøna ígjøgnum tunnilin við nógv meira enn hundrað kilometra ferð, tí førarin var vitandi um, at ongin fór at koma ímóti honum. Um ferðin gjøgnum tunnilin hækkar, kann tað gerast ógvuliga vandamikið.

- Vit vita, at grót javnan rapar undan loftinum. Við hægri ferð, er vandin fyri harmonikasamanstoyti harvið nógvar ferðir størri. Og hvat um eldur kemur í ein bil, hvussu sleppa fólkini út – ja, spurningarnir eru nógvir, sigur Atli Justinussen.

Og so er tað eisini trupulleikin við vantandi telefonsambandi innast í tunnlinum, vísir hann á.

Aðrir myndugleikar uppí?
Atli Justinussen er ógvuliga harmur um, at vegamyndugleikin ikki vil lata við seg koma, tá hann sum umboð fyri Klaksvíkar kommunu vísir á, at skipanin er óúthaldilig fyri tey, sum hava brúk fyri tunnlunum.

- Tað kann vera, at hetta er gjørt fyri at ferðafólk og aðrir óroyndir bilførarar skulu kenna seg tryggari í trongu tunnlunum, men tað virkar bara ikki so. Og eg haldi eisini, at skipanin fyrst av øllum skal gerast so, at hon er brúkilig fyri fólkini, sum búgva norðan fyri Fjall og sum skulu brúka tunnlarnar hvønn dag og fleiri ferðir um dagin.

- Soleiðis virkar tað ikki nú, sigur Atli Justinussen, sum nú grunar um, hvat víðari kann gerast um Landsverk ikki vil lurta eftir kommununi.

- Ja, so mugu vit helst fara longur upp í politisku skipanina og royna at gera okkara ávirkan galdandi.

Tað var hósdagin í farnu viku, at ljósreguleringin varð sett upp við tunnilsmunnarnar á Borðoynni, men Landsverk upplýsti eisini longu tá, at skipanin ikki virkar fult sum ætlað enn.

Heimasíðan skrivaði soleiðis: “Ljósskipanin er sett soleiðis upp, at bilførarar koma at bíða í mesta lagið 15 minuttir. Um gott tríggjar vikur, verður ein meiri snildari skipan sett í verk, har følarir vera settur á vegin og ferðslan kann koyra enn betri. Landsverk heitir á bilførarar, um at vísa varsemi og yvirhalda ferðsluljósini, so ferðslan kann koyra væl ígjøgnum tunlarnar”.

[object Object]
(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder