Innanlands

- Havi ongantíð skilt hví asfalteraða fløtan er loysnin

Formaðurin í Føroya Lærarafelag vil hava útiøkini at verða ein partur av skúlabyggingini

Mynd: Skúlablaðið

Mynd: Skúlablaðið

2019-07-25 11:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, skilir ikki loysnirnar, sum verða brúktar, tá skúlar verða bygdir í Føroyum. Í skrivi á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum sigur formaðurin, at útiøkini eiga at verða ein partur av skúlabyggingini.

- Í útlandinum leggi eg ofta leiðina fram við fólkaskúlum fyri at síggja, hvussu tey innrætta skúlan og økini uttan um skúlan. Ein stórur munur, ið eg havi varnast, er, hvussu nógv skúlarnir í grannalondunum hava gjørt við økini uttan um skúlarnar samanborið við skúlarnar í Føroyum. Skúlarnir hava stór øki úti til næmingarnar at spæla og vera á í fríløtunum. Økini eru bygd serstakt til grunddeild, miðdeild og hádeild. Klatriborgir eru settar upp, og krókar við lívd eru gjørdir, so at næmingarnir hava ríkar møguleikar at vera saman í fríløtunum.

Formaðurin skrivar, at skúlarnir í Føroyum kunnu læra nógv av skúlagørðunum í grannalondunum, har garðarnir eru innrættaðir eftir tørvinum hjá næminginum.

- Skúlarnir í Føroyum kunnu læra nógv av skúlagørðunum í grannalondunum. Í nógv ár var asfalteraða fløtan loysnin, ið flestu kommunur valdu. Hetta havi eg ongantíð skilt, tí at íløgan í ein skúlagarð er ein eingangsíløga, sum gagnar skúlanum, næmingunum og grannalagnum í nógv ár. So hví ikki gera útiøkini klár til næmingarnar sum part av skúlabyggingini?

Formaðurin sigur, at hann gleðist um at eitt nú Eysturkommuna hevur bygt eitt spælipláss við skúlan í Gøtugjógv og at tað verður spennandi at síggja hvussu útiøkini verða í stórskúlunum á Fløtum og á Skúlatrøð.

- Eg vóni, at gongdin vil vara við, at kommunurnar gera útiøkini í skúlunum fjølbroytt, hóskandi og avbjóðandi til næmingarnar. Tað vil gagna trivnaðinum hjá næmingunum og okkum øllum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder