Uttanlands

– Gøtur okkara eru ikki tómar

Í gjár helt bretska Elizabeth drotning røðu fyri fólkinum í sambandi við, at 75 ár vóru liðin, síðan friður varð lýstur í Evropa

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-05-09 15:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska drotningin, Elizabeth II talar á hvørjum ári beinleiðis til fólkið á jólum, men í hesum serstøku tíðum, hevur drotningin gjørt fleiri undantøk. Í apríl helt drotningin eina røðu, har hon heitti á bretska fólkið um at standa saman í stríðnum móti koronasmittuni, og eina viku seinni talaði hon aftur fyri fólkinum á páskum.

Í gjár talaði hon aftur til fólkið.

Í gjárkvøldið, 8. mars klokkan 21, helt tann nú 94 ára gamla bretska drotningin eina kenslusama røðu í sambandi við VE dagin (Victory in Europe dagurin, sum er tann dagurin, har friður varð lýstur í Evropa eftir seinna heimsbardaga, red.)

Í gjár vóru júst 75 ár liðin, síðan friður varð lýstur í Evropa, og talaði drotningin til fólkið júst 75 ár eftir, at pápi hennara, George VI, boðaði bretum frá, at kríggið í Evropa hevði fingið ein enda. Á borðinum hevði hon eina mynd av pápa sínum.

Í røðu sínari mintist drotningin aftur á fagnaðin, sum hon sá uttanfyi Buckingham Palace tann dagin. Eisini vísti hon á, at besti mátin at heiðra tey, ið lótu lív undir krígnum er at syrgja fyri, at slíkt ongantíð fer at henda aftur.

– Størsta viðurkenningin av ofri teirra eru londini, sum einaferð vóru fíggindar, og sum nú samstarva um frið, heilsu og framgongd fyri okkum øll.

Í hesum døgum kann tykast hart, at 75 ára dagurin fyri frið í Evropa ikki kann hátíðarhaldast sum ætlað, ásannaði drotningin, men kortini er hon errin av, hvussu bretar handfara støðuna, sum tjóðin nú er í orsakað av koronafarsóttini.

– Men gøtur okkara eru ikki tómar, tær eru fullar av kærleika og ta umsorgan, vit hava fyri hvørjumøðrum. Og tá eg hyggi at okkara tjóð í dag, og síggi hvat vit eru sinnað at gera fyri at verja og stuðla hvørjumøðrum, kann eg vera errin um at siga, at vit enn eru ein tjóð, sum teir djarvu hermenninir høvdu viðurkent og hámett, segði hon at enda.

Øll røðan kann síggjast omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder