2018-08-26 14:39
Hvat taka tit við frá Føroyaferðini, spurdi stóri tíðindaveggurin av fólki, sum stóð klárur við myndatólum og mikrofonum tá krúnprinsahjúnini komu til Bíggjar á middegi, har bispur var vertur fyri miðmála.
- Glað børn og glað foreldur, segði krúnprinsurin.
Í Bø á middegi (Mynd: Sverri Egholm)
Krúnprinsafamiljan hevur verið í Føroyum síðani hósdagin, og vitjað víða um. Millum annað nógv staðni í Havn, á Glyvrum, Haldórsvík, Tjørnuvík og í Sandavági.
Seinnapartin fóru tey við flogfari til Keypmannahavnar aftur.
Krúnprinsahjúnini tóktust at vera sera væl nøgd við vitjanina í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald