Innanlands

Skuldsett fyri harðskap móti tveimum persónum

Unga kvinnan, sum hósnáttina hevði sligið ein ungan mann við einum brotnum glasi, hevði eisini brúkt harðskap móti einum øðrum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-04 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Unga kvinnan, sum løgreglan hevur sóknast eftir í sambandi við eina fráboðan um harðskap á einum skeinkistaði í høvuðsstaðnum hósnáttina, er nú skuldsett fyri grovan harðskap móti einum ungum manni, og harðskap móti einum øðrum persóni.

Les eisini: Grovur harðskapur á skeinkistaði í Havn

Løgreglan hevur kannað málið nærri og hevur m.a. avhoyrt kvinnuna, sum varð funnin á einum bústaði í Havn. Kvinnan varð avhoyrd, skuldsett og síðani leyslatin.

Í sambandi við kanningararbeiðið vísti tað seg, at eitt av vitnunum í málinum eisini hevði verið fyri harpskapi, og at tað var sama kvinnan, sum framdi harðskapin. Tó var talan ikki um eins grovan harðskap, men hevur viðkomandi kortini fingið onkran lítlan skaða.

Hendingin, sum varð meldað hósnáttina snúði seg um, at kvinnan hevði sligið ein mann við einum brotnum glasi, og hevði hann fingið skaðar í andlitið, armin og bringuna. Men áðrenn hetta hevði kvinnan sligið ein annan persón, og tað var í fyrru hendingini, at glasið brotnaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder