Innanlands

Norðoya Sparikassi hækkar renturnar

Eins og hinir føroysku bankarnir, hækkar Norðoya Sparikassi eisini sína rentu við upp til 0,25 prosentstigum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-07-04 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og hinir føroysku bankarnir, hækkar Norðoya Sparikassi eisini sína rentu.

Hetta hendi, eftir at Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu rentuna í juni við 0,25 prosentstigum.

Inn- og útlánsrentur hjá Norðoya Sparikassa hækka við upp til 0,25 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.

Broytingarnar koma í gildi tann 20. august.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið
broytingarnar koma í gildi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder