Náttina til 14. juli andaðist Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum máli, eftir stutta sjúkralegu.
Jógvan byrjaði í starvi á Fróðskaparsetri Føroya í 1988. Í nærum fjøruti ár hevur hann við nærlagni undirvíst, granskað og vegleitt lesandi.
Harumframt hevur hann røkt mong nevndarstørv, millum annað var hann formaður í Staðarnavnanevndini, Málnevndini og limur í Orðabókagrunninum. Jógvan átti sín drúgva lut í slóðbrótandi arbeiðinum við Føroyskari orðabók, sum kom út í 1998. Hann hevur verið høvuðsritstjóri á Føroyskari orðabók í góð 20 ár.
Hann hevði sendingar í Útvarpi Føroya, ið hann við tilvísing til sín áhuga fyri ítrótti kallaði Málmaðurin í útvarpinum. Hesar sendingar komu út í trimum bókum.
Í 2008 vardi hann á universitetinum í Bergen dr. philos- ritgerðina Álvaratos, who cares? Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum. Í 2021 fekk hann M. A. Jacobsen virðisløn fyri yrkisbókmentir fyri bókina Føroysk purisma, ið millum annað bygdi á tað samstarv, hann hevði við samstarvsfelagar í Norðurlondum í verkætlanini Moderne importord i sprogene i Norden.
Tá ið Jógvan varð settur í professarastarv, varð í fakligu metingini víst á hansara umfatandi vitan, víða útsýni og klóku metingar. Hetta vóru eginleikar, sum samstarvsfelagar og lesandi dagliga fingu lut í, bæði á Fróðskaparsetrinum og uttanlands. Hann vegleiddi um orðagerð og nýtslu á økjum, sum ikki eru so løtt at fáa semju um, til dømis um javnstøðu, fakmál og lógarmál. Har mýkti hann tolin málið, til tað var skiljandi fyri flest øll.
Jógvan var samstarvsmaðurin yvir øllum. Hann knýtti granskingina í gerandisdagin og samfelagsligir samanhangir. Honum dámdi væl at greiða frá. Í tíðarritinum Málting, sum hann gav út saman við starvsfeløgum, hevði hann fleiri greinir. Nakað av tí seinasta, Jógvan legði úr hondum, var íkastið til Føroyska málsøgu, sum er stórverk, ið kemur í fimm bindum. Jógvan var íðin partur av ritstjórnini og hevur skrivað fleiri kapitlar. Verkið fer at gagna leikum og lærdum við áhuga fyri føroyskum.
Jógvan var mildur, positivur og góðsligur av lyndi, altíð fyrikomandi og hjálpsamur. Hann var altíð til staðar, altíð áhugaður í tí sum fyrifórst á Føroyamálsdeildini og luttók eisini regluliga í arbeiði, sum gagnaði øllum Setrinum. Hann var trúgvur móti sínum arbeiðsplássi og øllum ætlanum, sum kundu styrkja Føroyamálsdeildina, føroyska málgransking og Fróðskaparsetrið. Við kaffikoppinum í hondini ella saman við matpakkanum fingu starvsfelagar nógv góð prát um fenað, veður og mál. Myndina av synunum á skrivstovuni kenna øll, sum høvdu við Jógvan at gera. Jógvan var sera góður við familju sína. Hann var væl lýddur og skemtingarsamur, altíð klárur við onkrum stuttligum íkasti til samrøður og skemt, ofta við onkrum málsligum vinkli.
Við Jógvani hevur Fróðskaparsetrið mist ein framúrskarandi granskara, lærara og starvsfelaga, og føroyska málfrøðin hevur mist eina av sínum týdningarmestu røddum.
Vit minnast Jógvan, okkara kæra starvsfelaga, við takksemi og djúpari virðing. Tankar okkara eru hjá synunum við familju í hesi sváru tíð.
Starvsfelagar á Føroyamálsdeildini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald