Innanlands

- Fíggjarmálaráðið noktar at taka ábyrgd fyri støðuni teir hava sett Føroyar í

Sjúkrarøktarfrøðingarnir spyr hvar Fíggjarmálaráðið er, nú verkfallið hevur vart í næstan tvær vikur

2020-10-29 20:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjúkrarøktarfrøðingarnir leggja trýst á við at fara í verkfall, og ikki at geva sjúkrahúsverkinum tey undantøk, sum biðið verður um, og í kvøld spyr felagið eftir Fíggjarmálaráðnum.

- Tað tykist sum Landsstýrismaðurin og stjórin á Lønardeildini leggja púrt einki í málið, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á heimasíðuni.

- Vit fóru í verkfall, tí at Fíggjarmálaráðið ynskir at varðveita søguliga skeivleikan í lønini hjá okkara limum. Tveir partar kunnu steðga verkfallinum, men tað krevur samskifti og áhuga í at loysa ósemjuna, siga sjúkrarøktarfelagið.

- Ístaðin er tað leiðslurnar á sjúkrahúsunum, Landsstýrismaðurin í heilsumálum og í dag enntá landsstýrismaðurin í vinnumálum, ið gera viðmerkingar til verkfallið. 

- Vit hoyra støðugt, at støðan er álvarslig, og vit vita, at støðan er álvarslig, men Fíggjarmálaráðið er púra kvirt, og noktar at taka ábyrgd av støðuni, ið teir hava sett Føroyar í, sigur sjúkrarøktarfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder