Evropa fer ikki at lata seg trýsta av hóttanunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um toll.
Tað sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen við Ritzau, eftir at Trump hevur boðað frá, at tollur á tíggju prosent verður lagdur á vørur úr Danmark og sjey øðrum evropeiskum londum frá 1. februar.
– Danska kongsríkið fær stóran stuðul. Samstundis stendur bert meira greitt, at hetta er eitt mál, sum rakar langt útum okkara egnu landamørk.
– Vit ynskja eitt samstarv, og tað eru ikki vit, sum leita eftir stríði. Eg fegnist um einsljóðandi fráboðanunum frá restini av Evropa: Evropa letur seg ikki trýsta.
Les eisini: Macron: ES eigur at seta tiltøk í verk móti USA
Amerikanski forsetin hótti herfyri við tolli á lond, sum eru ímóti ætlanum hansara um at yvirtaka Grønland. Londini, sum standa til at verða rakt av revsitolli hansara hava øll sent herfólk til Grønlands seinastu dagarnar at luttaka í hernaðarvenjingini, Operation Arctic Endurance, sum Danmark stendur á odda fyri.
Talan er um Danmark, Noreg, Svøríki, Týskland, Stórabretland, Niðurlond, Finnland og Frakland.
Leiðararnir í fleiri av áðurnevndu londunum hava eisini víst Danmark sín stuðul og funnist at ætlaða revsitollinum hjá Trump.
Franski forsetin, Emmanuel Macron skrivar m.a. á sosiala miðilin X, at eingin hóttan kann ávirka Frakland, hvørki í Ukraina ella Grønlandi. Hann heldur tað vera óhóskandi at knýta handilspolitikk uppí ætlanirnar um at yvirtaka Grønland.
Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer sigur eisini, at hóttanin hjá Trump er "fullkomiliga skeiv".
– Okkara støða viðvíkjandi Grønlandi er púra greið. Tað er ein partur av danska kongsríkinum, og framtíðin hjá Grønlandi er eitt mál fyri grønlendingar og danir.
– At leggja toll á sameind fyri at varða av felags trygdini hjá Nato-sameindum er fullkomiliga skeivt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald