Uttanlands

– Enskt og vitlíki setir íslendska málið í vanda

Fleiri lesa enskt, meðan færri lesa íslendskt, og í løtuni verður ikki gjørt nóg mikið fyri at varðveita íslendska málið, sigur fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir

Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri í Íslandi (Mynd: EPA)

Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri í Íslandi (Mynd: EPA)

2025-11-16 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir stúrir fyri, at íslendska málið fer at hvørva orsakað av ensku ávirkanini og útbreiðslan av vitlíki.

Tað segði hon á krimiráðstevnu í Reykjavík í sambandi við útgávu av nýggju skaldsøgu síni.

Fleiri lesa enskt, meðan færri lesa íslendskt, greiddi hon frá sambært The Guardian.

– Nógv mál hvørva, og við teimum doyggja nógv virði og nógvar menniskjasligar hugsanir.

Í Íslandi búgva umleið 390.000 fólk, og tá tað eru so fá, sum tosa íslendska málið, hava íslendingar eina stóra ábyrgd fyri at varðveita málið, og í løtuni verður ikki gjørt nóg mikið á hesum økinum, sigur fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder