2025-12-31 11:12
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag Georg F. Hansen hevur valt at leggja frá sær frá 1. januar 2026. Hesum hevur hann boðað limafeløgunum alment frá, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.
Elin K. Sørensen, næstforkvinna, tekur sostatt við formanssessinum frá 1. januar.
Georg F. Hansen hevur verið formaður síðani 2011, tá Ingeborg Vinther ikki tók við afturvali. Næstforkvinna øll hesi árini hevur verið Elin K. Sørensen, sum verður forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag til mars 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald