Uttanlands

– Eitt sameint Írland hevði verið frálíkt

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sum vitjar í Írlandi í hesum døgum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur røðu í Dublin (Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur røðu í Dublin (Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-13 14:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt sameint Írland hevði verið frálíkt, segði amerikanski forsetin, Donald Trump, tá hann leygardagin vitjaði í Írlandi, har hann hitti írska forsætisráðharran, Micheál Martin.

– Tað fer at henda fyrr ella seinni. Tað kann akkurát tað sama henda nú, segði Trump sambært Ritzau og legði afturat, at Stórabretland sjálvandi eisini hevur okkurt at siga um tað.

Endursameining av Írlandi er eitt viðkvæmt evni, og hevur USA søguliga staðið uttanveltað hesum viðvíkjandi.

Síðan 1921 hevur Írland verið deilt í tvey millum tað, sum í dag eitur Lýðveldið Írland og Norðurírland, sum er partur av Stórabretlandi.

Avtalan frá 1998, sum gjørdi ein enda á stríðnum millum londini, setur treytir fyri eina møguliga endursameining. M.a. skal fólkaatkvøða vera í Norðurírlandi, um bretska stjórnin metir, at ein meiriluti er fyri at gerast partur av Lýðveldinum Írland, og eisini skal meiriluti vera í Írlandi.

Burnham vil ikki hava fólkaatkvøðu
Í august segði bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, at ein fólkaatkvøða um at sameina Írland var ikki uppá tal.

Burnham sigur seg ikki vita um, at meirilutin av fólkinum er fyri hesum, og verður tí eingin fólkaatkvøða, áðrenn hetta broytist.

Talsfólk hjá Burnham sigur við Reuters leygardagin, at útsagnirnar hjá Trump hava ikki fingið hann at broyta meining.

Vitjanin hjá Trump í Írlandi heldur fram í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder