2026-09-13 11:08
Hósdagin vórðu fimm sløkkiliðsfólk hjá Kvívíkar sløkkiliði heiðrað á kommunuskrivstovuni í Kvívík.
Hesi fimm høvdu arbeitt millum 21 og 36 ár sum sløkkiliðsfólk, skrivar Kvívíkar kommuna.
Sløkkiliðsfólkini fingu gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu, og eisini vóru Leivur Persson og Óli á Grindafløtti frá tilbúgvingarøkinum hjá Vørn komnir til Kvívíkar at heiðra teimum, ið lúka treytirnar fyri at fáa heiðurstekin frá Føroya Landsstýri.
Hesi sløkkiliðsfólkini vórðu heiðrað:
- Jens Mikkelsen: 36 ár og enn í starvi
- Frederik Isaksen: 36 ár og enn í starvi
- Rói Joensen: 35 ár og enn í starvi
- Petur Müller: 26 ár og enn í starvi
- Edvard Müller: 21 ár og enn í starvi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald