Innanlands

- Eitt nýbrot í føroyskari strandfarasigling

Enn hevur Erla Kongsdóttir ikki kunnað prógva sítt virði

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-07 16:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Erla Kongsdóttir er eitt nýbrot á mangar mátar í føroyskari strandfarasigling, og tí er tað ein spurningur um tilvenjing, at seta hetta skipið í sigling.

Strandfaraskip Landsins gjørdi eitt stórt sats, tá tey gjørdu av at fara burtur frá teimum vanligu skipunum, fyri í staðin at lata byggja eina tvíkilju úr glastrevnum, tá nýtt avloysaraskip til Strandferðsluna skuldi byggjast.

Nógv hava ivast í hesi loysnini, og komandi tíðin skal prógva, um hetta var tann rætta loysnin.

Tað segði Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, í røðuni fyri Erlu Kongsdóttir í dag.

- Vit tordu at hugsa øðrvísi við hesum skipinum. Erla Kongsdóttir er nýhugsan og eitt frambrot í føroyskari strandferðslu.

Bæði Hilmar Eliasen, stjóri, í síni røðu undir hátíðarhaldinum í dag, og Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarstjóri, í síni frágreiðing á framsýningartúrinum, eru sannførdir um, at Erla Kongsdóttir fer at vísa seg at vera eitt gott skip, og kanska ein framtíðarloysn í føroyskari strandferðslu.

- Bert spell, at føroysku havnirnar ikki vóru til reiðar at taka ímóti Erlu Kongsdóttir tá hon kom, segði rakstrarleiðarin í einum eykasetningi í síni framløgu.

[object Object]Hilmar Eliasen, strandferðslustjóri (Mynd: Sverri Egholm)

Seks skipsførarar
Strandferðslustjórin segði í røðu síni, at tíðin síðan Erla kom til Føroyar eitt nú er brúkt til at útbúgva seks skipsførarar hjá stovninum at sigla skipið. Sostatt eru skiparar frá øllum leiðunum, sum ætlanin er at skipið skal røkja, vandir í at sigla Erlu Kongsdóttir.

Fyribils er skipið bert góðkent til at sigla Nólsoyarleiðina og Kalsoyarleiðina – altso avloysa Ternuna og Sam. Men ætlanin er, at Erla eisini skal kunna setast inn sum avloysari til Fugloyar og Svínoyar, út í Hest og Koltur, til Skúvoynna og setast inn millum Sand og Hvalba um neyðugt er við avloysara fyri Smyril á Suðuroyarleiðini.

Men sambært Hendrik Old, fyrrverandi landsstýrismanni, var ikki upprunaliga ætlanin at seta avloysaraskipið í sigling til smáoyggjarnar uttan til heilt serligar uppgávur í góðum veðri.

9 minuttir til Nólsoyar
Erla Kongsdóttir er knappar 28 metrar long, góðar 8 metrar breið og stingur 1,8 metrar. Ferðin við ferðafólki verður 20 míl, uttan ferðafólk nakað hægri. Á framsýningartúrinum í dag tók túrurin millum molan og Nólsoy 9 minuttir.

Skipið hevur tveir Volvo dieselmotirar – ein í hvørjum skrokki, og harafturat eisini tveir ravmagnsmotorar, serliga til manøvrering í havnunum. Eisini hevur hon fýra bógskrúvur, tvær í hvørjum skrokki. Elmotorarnir halda til ein knappan tíma sigling við 10 míla ferð, og okkurt um tríggjar ferðir so leingi um ferðin verður sett niður á 7 míl.

Trýstir gronina at bryggjukantinum
Tað, sum skilir hesa ferjuna frá teimum bátunum, sum nú røkja siglingina til smáoyggjarnar, er, at hon ikki er ætla at leggja síðuna til.

Hon er bygd til at seta gronina ímóti. Gronin er væl bjálvað við fendarum, og so er meiningin at motorarnir skulu halda skipinum so fast inn móti bryggjukantinum, at skipið nærum verður læst fast, meðan fólk og akfør verða av- og áskipað. Tá skipið liggur soleiðis, er tað bert afturendin á skipinum, ið livir í sjónum.

Enn er henda skipanin ikki roynd í verki av álvara, og tí ber ikki til at siga, hvussu væl hetta virkar – eisini tí havnaløgini ikki eru tillaga nýggja skipinum enn.

[object Object](Savnsmynd: Bjartur Vest)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder