Innanlands

- Eg seti altíð tann best skikkaða – og tað er ofta ein kvinna

Eftir fýra árum, er Ingunn Eiriksdóttir farin frá at vera einsamøll kvinna í leiðslubólkinum, til at fáa javnstøðu í felagnum frá toppi til gólv

2022-03-14 23:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, í einari Facebook støðudagføring hjá trygginarfelagnum í dag.

Hon er eftir fýra árum farin frá at vera einsamøll kvinna í leiðslubólkinum – til at fáa javnstøðu í felagnum frá toppi til gólv.

Tá kjakið um javnstøðu kemur upp at venda, er altíð onkur, sum staðfestir: ”Tað nyttar ikki at seta eina kvinnu, bara fyri at seta eina kvinnu. Vit mugu seta tann persónin, sum er best skikkaður.”

Men sambært Ingunn Eiriksdóttir er eingin andsøgn ímillum at seta eina kvinnu og at seta tann best skikkaða persónin. Tí tann best skikkaði er ofta ein kvinna. 

- Eg gangi inn fyri at hava eins nógvar kvinnur og menn, tí tað er betri fyri trivnaðin, úrslitið, burðardygdina osfr. Men eg seti ikki kvinnur bara fyri at seta kvinnur. Eg seti altíð tann best skikkaða persónin – og tað vísir seg umleið helvtina av ferðunum at vera ein kvinna, sigur Ingunn Eiriksdóttir. 

Tá hon sjálv byrjaði í Betri Trygging, sat hon einsamøll kvinna ímillum allar menninar. Men eftir fýra árum er kynsbýtið javnt. 

- Starvsfólkið hevur alla mína tíð verið væl blandað. Men tað sást ikki aftur í leiðsluni. Tað ger tað nú – og tað er komið púra natúrliga, júst tí at eg vildi hava tey bestu. 

Stjórin í Betri Trygging hevur í grundini bara eina gylta reglu, tá hon setir fólk. Og tað er at tryggja diversitet. 

- Vit skulu hava bæði kyn, men vit skulu eisini hava ymsar útbúgvingar, ymsar aldrar, ymsar royndir og ymsar typur. Diversitetur er eitt lyklaorð fyri meg sum stjóra, og har kemur kynslig javnstøða eisini natúrliga inn, greiðir Ingunn frá. 

Ingunn Eiriksdóttir hevur royndir bæði innan tað almenna, tað privata og tað kommunala. 

- Mínar royndir eru tær somu allastaðni. Har starvsfólkið er væl blandað, eru trivnaður og úrslit best. Kvinnurnar í Føroyum standa einki aftanfyri menninar. Fert tú eftir teimum bestu fólkunum, fært tú eisini javnstøðuna við í posan. Tað eru mínar kláru royndir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder