Innanlands

- Ber ikki annað til enn at samgongan tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur á landstýrisfundi í dag skotið upp, at epedimilógin skal yvirtakast. Uppskotið hjá Tjóðveldi um at yvirtaka Landslæknaembætið liggur nú í Uttanlandsnevndini, og tað eigur eyðvitað at fylgja við, vísur landstýriskvinna á

- Eftir útsøgnina hjá landsstýrismanninum í Heilsumálum í dag, átti at borið til hjá samgonguni at tikið undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum um at yvirtaka Landslæknaembætið, byrjar Beinta Løwe eitt stutt lesarabræv í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Eftir útsøgnina hjá landsstýrismanninum í Heilsumálum í dag, átti at borið til hjá samgonguni at tikið undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum um at yvirtaka Landslæknaembætið, byrjar Beinta Løwe eitt stutt lesarabræv í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-16 14:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eftir útsøgnina hjá landsstýrismanninum í Heilsumálum í dag, átti at borið til hjá samgonguni at tikið undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum um at yvirtaka Landslæknaembætið.

Soleiðis byrjar lesarabræv hjá Beintu Løwe, ið kemur í kjalarvørinum av tí, sum Kaj Leo Holm Johannesen bar fram í grein á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum í morgun. Landstýrismaðurin ger greit, at at epidemilógin, sum í dag er danskt málsøki, burdi verið yvirtikin á føroyskar hendur, og at uppskot um hetta skuldi leggjast fram á landstýrisfundi í dag

Les eisini: Kaj Leo vil yvirtaka epidemilógina

Talan er um beinleiði avleiðing av koronufarsóttini, og Tjóðveldi hevur í hesari tíðini borið fram, at Landslæknaembætið burdi verið yvirtikið, og hevur fyri stututm gjørt uppskot um hetta. Hetta uppskotið var til fyrstu viðgerð í tinginum í farnu viku, og liggur nú í Uttanlandsnevndini. Allir flokkar vóru positivir um uppskotið, skrivar Beinta Løwe í dag. Tingkvinnan metir, at tað sum landstýrsmaðurin við heilsumálum hevur sagt farsóttarlógina er greið tala:

- Eftir útsagnirnar hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, um at vit eiga at yvirtaka farsóttarlóggávuna, ber ikki annað til enn at samgongan tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum.Uppskotið samsvarar jú við tað, ið landsstýrismaðurin í Heilsumálum vil hava.

Beinta Løwe heitir á hini í samgonguni um at bera skjótt at og yvirtaka, tí so er eitt risafet tikið rætta vegin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder