Innanlands

– At betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum er eitt mál fyri alt samfelagið

Jóhannis Joensen, tingmaður vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, hvørjum fólkaheilsuátøkum, landsstýrið arbeiðir við

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-03-21 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Er ætlanin at geva út eina dagførda fólkaheilsuætlan? Hvørjum átøkum arbeiðir Heilsumálaráðið við fyri at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum? Og verður arbeitt við fólkaheilsuátøkum tvørturum aðalráð?

Hesir eru spurningarnir, sum Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá.

– Í longri tíð hevur tosað verið um, at føroyingar fáa alsamt ósunnari matvanar. Millum annað er hetta nakað, Fólkaheilsuráðið hevur ávarað um. Fólkaheilsuráðið hevur gjørt fleiri tilmæli og framleitt nógv upplýsandi tilfar, men kortini stendur trupulleikin við, og talið av føroyingum við ógvusligari yvirvekt er vaksandi, sigur tingmaðurin.

– Tað er ein sannroynd, at yvirvekt, kropsligt óvirkni og kostur hongur saman við sannlíkindum at fáa ávísar álvarsligar sjúkur, herundir hjarta-og æðrasjúkur og krabbamein. Í 2006 varð Fólkaheilsuætlan føroyinga gjørd við ítøkiligum ætlanum á fólkaheilsuøkinum fyri árini 2006 til 2009. Síðani hevur eingin fólkaheilsuætlan verið gjørd.

– Samstundis hevur Búskaparráðið leingi ávarað um manglandi haldføri í búskapinum. Víst hevur verið á, at fyribyrgjandi innsatsur á heilsuøkinum er við til at betra um búskaparliga haldførið upp á sikt. Jú færri sjúk eru, tess minni tørvur er á heilsurøkt.

Jóhannis Joensen sigur, at tað at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum ikki bara er eitt mál fyri tann einstaka men eitt mál fyri alt samfelagið, og kemur hann eisini við dømi um átøk, sum kundu verið sett í verk.

– Samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum at endurskoða mvg-lógina við tí fyri eyga at gera gerandismatvørur bíligari. Her kundi landsstýrið nýtt høvið at gera fólkaheilsuátøk við at gera heilsugóðar matvørur bíligari. Ein annar háttur at fremja heilsupolitikk á øðrum málsøkjum er við at gera reglur fyri handlarnarum, at góðgæti skal vera í einari ávísar frástøðu frá kassanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder