Uttanlands

– 16 ára gomul skulu ikki sleppa at keypa alkohol í Danmark

Alt alkohol skal hava eitt 18 ára aldursmark, halda fleiri áhugafelagsskapir í Danmark

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2020-07-19 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri danskir áhugafelagsskapir vilja hava politikarar at gera nakað við donsku alkoholmentanina, og halda teir, at øll sløg av alkoholi skulu hava eitt aldursmark á 18 ár.

Danmark er eitt av fimm londum í ES, sum loyva 16 ára gomlum at keypa alkohol, og tað átti at verið broytt, heldur Bjarne Stenger Elholm, leiðari í áhugafelagsskapinum Alkohol & Samfund.

– Vit hava 3.000 andlát um árið, sum hava beinleiðis samband við alkohol. Vit síggja nógv ung fáa alkoholeitran. Vit síggja alla tíðina avleiðingarnar men gera ikki rættiliga nakað við tað, sigur hann við DR.

Hann heldur ikki, at har er nøkur grund til ikki at hækka aldursmarkið til 18 ár.

Eisini formaðurin fyri Vidensråd for Forebyggelse heldur, at politikarar skulu hækka aldursmarkið.

– Tað hevði hjálpt øgiliga nógv. Tað síggja vit í øðrum evropeiskum londum, har tey drekka nógv minni, sigur formaðurin, Morten Grønbæk.

Í Føroyum skalt tú vera 18 ár fyri at keypa øll sløg av alkohol, men í Danmark kunnu 16 ára gomul keypa drykkjuvørur, sum innihalda minni enn 16,5 prosent av alkoholi. Aldursmarkið fyri at keypa sterkari vørur er 18 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder