Uttanlands

Zelenskyj vil hava nýggjar samráðingar í Istanbul

Ukrainski forsetin fer mikudagin til Turkalands at royna at fáa gongd aftur á samráðingarnar um frið í Ukraina

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-11-18 12:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin fer ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj til Turkalands fyri at royna at fáa gongd aftur á samráðingarnar um frið í Ukraina.

Tað boðaði forsetin sjálvur frá undir vitjan í Spania.

– Vit hava ment loysnir, sum vit vilja leggja framf yri samstarvsfeløgum okkara, segði hann sambært Ritzau.

– Tað hevur hægstu raðfesting hjá Ukraina at gera alt, sum er møguligt, fyri at koma nærri einum enda á krígnum.

Samráðingarnar verða í stórbýnum Istanbul, sum fleiri ferðir áður hevur verið vertur fyri samráðingum millum Russland og Ukraina. Seinast umboð fyri hesi bæði londii hittust andlit til andlits var í juli - eisini í Istanbul.

Sambært talsfólki hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov, verða umboð fyri Russland ikki við í morgin. Hann sigur, at russar eru yvirhøvur ikki kunnaðir um, at Zelenskyj ætlar at taka samráðingarnar uppaftur.

– Higartil hava vit ikki fingið nakra kunning úr Kyiv, sigur Peskov, sum tó leggur afturat, at russar er sinnaðir at samráðast.

Ein ónevnd kelda úr Turkalandi upplýsir fyri Reuters, at serliga sendifólkið hjá USA, Steve Witkoff luttekur í nýggju samráðingunum. Hetta sigur Peskov seg eisini hava frætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder