
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj váttar, at amerikanska veitingin av vápnum til Ukraina er tikin uppaftur.
Hvørji vápn talan er um, framgongur tó ikki.
Amerikanska verjumálaráðið boðaði í síðstu viku frá, at ávís vápn, sum vóru ætlað ukrainum kortini ikki fór at verða send, tí mann, sambært embætisfólkum í verjumálaráðnum, stúrdi fyri, at USA ikki hevði nóg mikið av vápnum, skrivar Ritzau.
Í vikuni boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at USA aftur fór at senda vápn til Ukraina.
Ónevndar keldur søgdu við amerikanka miðilin CNN, at verjumálaráðharrin, Pete Hegseth ikki hevði kunnað Hvítu Húsini, áðrenn hann steðgaði veitingini av vápnum.
Fríggjadagin varð boðað frá, at ukrainskir herleiðarar í komandi viku fóru at samstarva við serliga amerikanska sendifólkinum til Ukraina, Keith Kellogg general. Hann fer væntandi til Kyiv mánadagin, har hann fer at vera í eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald