Uttanlands

Zelenskyj til Washington mánadagin

Eftir fundin millum amerikanska forsetan, Donald Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin, er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj boðin til Washington

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-08-16 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mándagin fer ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky til Washington at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump, boðar Zelenskyj frá á X.

Zelenskyj skrivar, at hann og Trump skulu umrøða "allar smálutir viðvíkjandi einum enda á drápunum og krígnum", og leggur hann afturat, at hann er takksamur fyri at vera boðin til Washington.

Eisini skrivar ukrainski forsetin, at hann tekur undir við uppskotinum hjá Trump um at hava ein fund, har Russland, Ukraina og USA eru umboðað.

Trump hitti í gjárkvøldið russiska forsetan, Vladimir Putin í Alaska, og hann hevur fleiri ferðir sagt, at ætlanin er at hava ein nýggjan fund millum Putin og Zelenskyj, har hann møguliga sjálvur luttekur eisini, skrivar Ritzau.

Eftir fundin í Alaska hevði Trump eina langa telefonsamrøðu við Zelenskyj, sum sambært ukrainska forsetanum sjálvum vardi umleið hálvanannan tíma. Har var Zelenskyj kunnaður um høvuðsevnini frá fundinum.

Les eisini: Trump havt longri samrøðu við Zelenskyj og evropeiskar leiðarar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder