Uttanlands

Zelenskyj: Slovakia tekur undir við ukrainskum ES-limaskapi

Tað sigur ukrainski forsetin, eftir at hann hevur tosað í telefon við forsætisráðharran í Slovakia

Slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hittust í Ukraina í september í fjør (Mynd: EPA)

Slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hittust í Ukraina í september í fjør (Mynd: EPA)

2026-05-03 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Slovakia tekur undir við ukrainskum ES-limaskapi.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eftir at hann leygardagin hevur tosað í telefon við Robert Fico, forsætisráðharra í Slovakia.

– Tað hevði týdning at hoyra, at Slovakia tekur undir við, at Ukraina kann gerast limur í ES og er til reiðar at deila sínar royndir við innliman, skrivar Zelenskyj á sosiala miðilin X sambært Ritzau.

Ukrainski forsetin leggur afturat, at tað er umráðandi við #sterkum sambandonum millum lond okkara, sum vit báðir eru áhugaðir í".

Zelenskyj skrivar eisini, at hann hevur bjóðað Fico á vitjan í Kyiv, eins og hann sjálvur er boðin til Bratislava.

Viðurskiftini millum Slovakia og Ukraina hava tó ikki verið tey bestu.

Í oktober 2023 tók forsætisráðharrin hernaðarstuðulin til Ukraina aftur, og Fico hevur eisini funnist at vesturlendsku revsitiltøkunum móti Russlandi í sambandið við kríggið í Ukraina.

Í mars var Slovakia, saman við Ungarn, eisini ímóti einum ES-láni á 90 milliardir evrur til Ukraina. Lánið bleiv tó góðkent í apríl.

Í februar segði Fico eisini, at Ukraina møguliga helt olju aftur frá Drujzba-rørleiðingini, sum flytir russiska olju gjøgnum Ukraina til Ungarn og Slovakia, og hótti Fico við at minka um stuðulin til ukrainskar flóttar í Slovakia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder