Í februar komandi ár eru fýra ár liðin, síðan kríggið millum Russland og Ukraina brast á, og vinnur Russland í Ukraina, slepst neyvan undan, át Russland fer at leypa á Pólland, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
– Tað er umráðandi, at vit standa saman, segði Zelenskyj, tá hann fríggjadagin vitjaði pólska forsetan, Karol Nawrocki í Varsjava, sambært Ritzau.
– Uttan okkara sjálvræði, fer Moskva uttan iva longur inn í Evropa og fer eftir Póllandi.
Pólland, sum er limur í verjusamgonguni Nato er granni hjá bæði Ukraina, Hvítarusslandi og russiska økinum Kaliningrad.
Nawrocki hevur funnist at Ukraina fyri ikki at virðismeta stuðulin, sum landið hevur fingið úr Póllandi undir krígnum, og hesum greiddi hann frá á felags tíðindafundi við Zelenskyj.
Zelenskyj svaraði, sambært altjóða miðlum, m.a. Kyiv Independent, at ukrainar vóru og fóru framhaldandi at vera takksamir fyri stuðulin.
Sambært Zelenskyj snúði fundurin millum hann og Nawrocki seg um kríggið, og hevur Ukraina skotið upp samstarv við Pólland um dronuverju.
Nawrocki hevur heldur ikki útilokað, at Pólland fer at lata ukrainum stríðsflogfør afturfyri tøkni til framleiðslu av dronum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald