Sunnukvøldið okkara tíð hittast amerikanski forsetin, Donald Trump og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í Florida, boðar ukrainski forsetin og Hvítu Husini frá.
Á skránni verður friðarætlanin fyri Russland og Ukraina. Teir skulu m.a. umrøða verjutrygd og enduruppbygging av Ukraina, umframt spurningin um landaøki, skrivar Ritzau.
Fyrr í vikuni legði Zelenskyj fram eitt uppskot til eina friðarætlan í 20 punktum sum er ein tillagað útgáva av upprunaligu ætlanini í 28 puntkum, sum USA kom við.
Í samrøðu við miðilin Axios sigur Zelenskyj, at hann er til reiðar at úrskriva fólkaatkvøðu um uppskotið til friðarætlan, sum hevur verið nógv umrøtt seinastu tíðina, um Russland góðtekur eina vápnahvíld.
Amerikanska uppskotið inniheldur m.a. ásetingar um landaøki, og Zelenskyj hevur áður sagt, at ein neyðloysn, har Ukraina noyðist at geva frá sær landaøki krevur góðkenning frá ukrainska fólkinum.
Í nýggja uppskotinum til friðarætlan framgongur m.a., at partar av Donbas-økinum í Eysturukraina, sum Russland hevur kravt at fáa, kunnu gerast eitt avvápnað øki.
Í samrøðu við miðilin Politico sigur Trump um ukrainska uppskotið:
– Hann (Zelenskyj, red.) hevur einki, fyrr enn eg góðkenni tað. So vit fáa at síggja, hvat hann hevur.
Trump er tó bjartskygdur um fundin hetta vikuskiftið.
– Eg haldi, tað fer at ganga væl við honum. Eg haldi, tað fer at ganga væl við Putin.
Amerikanski forsetin sigur, at hann væntandi fer at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald